KÍ misti javnleikin í síðstu løtu í einum sera tættum dysti ímóti oddaliðnum

Veðrið var gott og fitt av fólki høvdu leitað sær á Víkingadagarnar, sum vórðu um vikuskifti. KÍ kann við røttum iðra seg um ikki at hava fingið stig ímóti Víkingi. Vøllurin í Gøtu er óbrúkiligur eins og tann í Klaksvík er, men tíbetur verður tann í Klaksvík nú skiftur.

Liðið hesuferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Sigmund Jacobsen, John Hammer, Jógvan Isaksen, Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen (Jóhan Jacobsen 83'), Ivan Joensen ( Bárður J. Heinesen 77'), Kristoffur Jakobsen (Niels Pauli Danielsen 89')

Tað vórðu gleðilig tíðindir til øll KÍ viðhaldsfólk tá dómaraseðilin varð latin inn. Tí á dómaraseðlanum í byrjunaruppstillingini stóð navnið Sigmund G. Jacobsen. Hetta var hansara fyrsti dystur í byrjunaruppstillingini síðan 2008. Sigmund hevur vant miðvíst í alt ár og hevur tolin bíða eftir kjansinum. Sigmund byrjaði á vinstra bakki. Fyrstu løtuna hevði Sigmund trupulleikar, men sum dysturin leið kom hann meira við og hevði nakrar av sínum vælkendu rennitúrum framvið í vinstru, umframt at hann vardi væl. Sigmund er 23 ára gamal og hevur týðandi royndir á besta mansliðnum og tískil verður hann enn eitt kort hjá Aleksandar at brúka til seinnu hálvu.

Fyrri hálvleikur var javnur og máltalvan, sum ikki finst í Gøtu, bar eisini boð um tað við støðuni 1-1. Víkingur kom á odda tá Finnur Justinussen kom at standa leysur í brotsteiginum og hann smekkaði bóltin í netið. KÍ javnaði eftir hornaspark. Høgni Madsen fylgdi innlegginum, sum fór framvið aftaru stong, og legði innfyri til ein púra leysan Kristoffur Jakobsen, sum trillaði bóltin í tóma netið. Hjalgrím hevði ein risakjans tá hann kom leysur í vinstru eftir framúr uppspæl frá Nenad. Hjalgrím var einsamallur ímóti málmanninum og lobbaði, men tíverri fór bólturin viðsíðurnar av.

Seinni hálvleikur var eisini javnur tó at Víkingur átti alt fyrstu 10 minuttirnar. Nenad varð leysur í brotsteiginum, men skjey uppum. Tá tveir minuttir restaðu í fekk Víkingur sigursmáli. KÍ megnaði ikki at koma afturíaftur.

Samanlagt var KÍ sera óheppið ikki at fáa stig í dystinum.

Dagsins maður var heilt greitt John Hammer. Aleksandur hevur umskúla John til miðverjuleikara og har trívist hann væl. John hevur spælt í miðverjuni á 2.deild og er komin at kenna rolluna tann vegin. Og nú skaðar og leikbann gera um seg hevur John fingið kjansin í miðverjuni og hevur gjørt tað væl. John er serliga eyðsýndur við tað at hann er so atletiskur og væl fyri. Hann vinnur allar luftbóltarnar, er skjótur og kontantur.

Nú er summarferia og næsti dystur verður á heima(nýggjum)vølli ímóti B71 tann 27. juli. Leikararnir hava fingið summarferiu og møta aftur til venjing tann 11. juli. Stigatalvan sigur 16 stig og tað eru 5 fleiri enn í 2009 og tvey fleiri enn í 2008.