Aleksandar Djordjevic er væl nøgdur við leikararnar, sum hann sigur bara gerast betri og betri

Tað hevur ljóðað at Atli Danielsen var á veg til KÍ, men hetta verður av ongum, tí Atli hevur skriva undir sáttmála við B36. Samstundis valdi Teitur Gestsson eisini HB framum KÍ fyri eini tíð síðan.

Heimasíðan hevur spurt Aleksandar Djordjevic um hvussu hann sær uppá støðuna.

- Eg havi Vodafone-liðið at hugsa um saman við hjálparvenjarinum. Vit venja hart og fyrireika okkum væl til hvønn dyst. Tað hevur gingið væl hjá okkum í ár.

- Harumframt samskifta leiðslan og eg allatíðina um status í hópinum, hvussu menn trívast og hvussu hópurin er samansettur. Vit koyra fyrst og fremst uppá okkara egnu leikarar og tað ætla vit at halda fast við. Eg eri sera væl nøgdur við leikararnar og eisini eri eg glaður fyri hvussu nógvir leikarar eru til taks. Okkara lið hevur staðið seg væl í næstan øllum dystunum higartil og leikararnir mennast fyri hvønn dyst.

- Teitur og Atli eru klaksvíkingar og tískil var upplagt at vit tosa við teir, tá tað frættist at teir ætla sær til Føroya at spæla fótbólt. Teir hava tikið eina avgerða og tað virði eg.

- Næsti dystur er ímóti Víkingi leygardagin og tá vóna vit at fáa eitt gott úrslit, sigur Aleksandur at enda.