20 Juni 2011

KÍ hevði munin í ein tíma, men tá KÍ leikari fekk reytt kort broyttust fyritreytirnar
Veðrið varð av tí allar fagrasta tá oddaliðið tók ímóti upprykkjarinum úr KÍ.
Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen (Ísak Simonsen 86'), Oddmar á Lakjuni, John Hammer, Høgni Madsen, Nenad Stankovic (Bárður J. Heinesen 69'), Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen, Ivan Joensen, Kristoffur Jakobsen. Á bonkinum uttan at verða skiftir inn: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, Sigmund G. Jacobsen.
Dysturin kundi býtast í tvey, áðrenn reyða kortið hjá Oddmar á Lakjuni og eftir. Í ein tíma varð KÍ spælstýrandi ímeðan B36 lá og lúrdi uppá kontra. Tað gjørdu teir eisini gott, tí tvær ferðir í fyrra hálvleiki brutu teir KÍ uppspæl og gjørdu skjótt av - Póllendingurin á B36 liðnum fekk tvey mál av regulerum KÍ feilum. KÍ trýsti og hevði alt spælið og hetta gav úrslit í 42. minutti tá Henry Heinesen setti bóltin í netið til støðuna 2-1.
Teir mongu uppmøttu KÍ fjeppararnir mundu kenna seg væl í hálvleikinum. Sólin stóð ikki í skýlið so fjeppararnir vórðu spjaddir runt vøllin.
Seinni hálvleikur varð ikki meir enn byrjaður tá B36 aftur fekk mál eftir enn eina villu í KÍ uppspælinum. Hetta er nakað arbeiðast skal við og ivaleyst læra leikararnir nógv. KÍ royndi eftir hetta at trýsta, men illani gekst at blíva vandamiklir. Tá ein tími varð leiktur fekk Oddmar á Lakjuni beinleiðis reytt eftir heldur harðliga tackling á nýinskiftan B36 leikara, sum mátti út við skaða.
Síðsti hálvi tímin av dystinum gjørdist nakað drúgvur fyri okkara leikarar, men hugaligt varð at síggja hvussu væl okkara lið spælur. Men eftir stendur at vit taptu 4-1 eitt og B36 vann tískil uppiborðið.
Skulu vit taka tær stóru brillurnar uppá so kann sigast at tá ein, sum upprykkjari, tapur ímóti oddaliðnum á teirra heimavølli, so er ikki orsøk at trýsta á nakran ávaringarknøtt. Tað sum umræður er at leikarar og venjari í felag lúka út í teimum feilum, ið gjørdir verða. Hetta vil styrkja liðið framyvir og vit skulu minnast til at framvegis hava fleiri leikarar minni enn 15 vodafone-dystir í beinunum.
Næsti dystur er ímóti Víkingi í Gøtu næsta leygardag
Mynd: Norðlýsið






