Eftir 9 sigrar á rað, mist 2. deildarliðið hjá KÍ síni fyrstu stig, tá ið teir leygardagin spældi javnt ímóti B36. Men liðið er framvegis langt fremst í 2. deild


KÍ møtti einum væl mannaðum B36-liði, sum hevði nógvar royndar spælarar á liðnum. Og B36 legði betur fyri, tí longu eftir 7 minuttir skoraði B36. Fróði Clementsen stútaði eitt hornaspark í málið.

Eftir hetta tók KÍ alsamt meira yvir. KÍ setti seg á spælið, og fleiri góð gjøgnumbrot vóru. KÍ hevði eisini fleiri avslutningar móti málinum, og eitt mál lá í luftini. Tá 34 minuttir vóru spældir fekk KÍ fríspark stutt uttanfyri brotsteigin hjá B36. Heðin Klakstein sendi bóltin upp um múrin og inn í málhornið til 1-1.

Í seinna hálvleiki hevði KÍ leikliga yvirvág, men B36 hótti við mótálopum. KÍ spældi seg ikki til teir opnu kjansirnar, hóast nógvar støður vóru í og kring brotsteigin hjá B36. Einki mál kom afturat, og harvið endaði tað 1-1.

Hetta er fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, at 2. deildarliðið hjá KÍ ikki vinnur. Men 9 sigrar á rað er framúr gott avrik, og KÍ er framvegis ósigrað og liggur væl frammanfyri hini liðini í 2. deild. Í seinasta dystinum fyri summarsteðgin skal KÍ spæla ímóti B68. Dysturin verður leygardagin á Toftum.

2. deild, 10. umfar, 18. juni
KÍ-B36  1-1 (1-1)
0-1: Fróði Clementsen, 7.
1-1: Heðin Klakstein, 34.
KÍ: Eilif Arge – Gunnar Christiansen, Aksel Dalsgaard, Asbjørn Tungá, Heri Klein Olsen – Allan Joensen, Heðin Klakstein, Johan Jacobsen – Bjarki Vágstún, Petur Andreasen (Eyðun Klakstein, 62.), Niels Pauli Danielsen