13 Juni 2011
2. deildarliðið hjá KÍ vann leygadagin 9. sigurin á rað og rennur undan hinum liðunum í deildini.
KÍ hevði alla tíðina munin, tá ið TB vitjaði í Klaksvík leygardagin, men dysturin gjørdist óneyðuga spennandi. At enda hevði KÍ tó munin og vann uppiborið.
KÍ kom á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Eyðun Klakstein skoraði fyrsta málið, og síðani økti Heðin Klakstein til 2-0. TB hevði einki spæl í fyrra hálvleiki, men við tveimum deyðbóltsstøðum innanfyri tríggjar minuttir skoraðu teir tvey mál, og so stóð mitt í øllum 2-2. Hetta kundi KÍ takka sær sjálvum fyri.
Í seinna hálvleiki hevði KÍ munin, men TB var eitt sindur betri við. Bjarki Vágstún skorað til 3-2 við góðum fluktara, men tað gingu bert nakrir fáir minuttir, so hevði TB javnað við brotssparki. KÍ fekk tó seinasta orðið í dystinum, tá ið Johan Jacobsen stútaði eitt innlegg frá Teiti Fles í málið. 4-3 til KÍ, og tað gjørdist eisini úrslitið.
KÍ hevur nú spælt 9 dystir, og liðið hevur vunnið allar dystirnar. KÍ liggur tí greitt á odda í 2. deild – 8 stig frammanfyri Undrið, og 11 stig frammanfyri B68. Næsti dystur verður ímóti B36 í Klaksvík komandi leygardag.
2. deild, 9. umfar, 11. juni
KÍ-TB 4-3 (2-2)
1-0: Eyðun Klakstein, 19.
2-0: Heðin Klakstein, 25.
2-1: Carl Bech, 37.
2-2: Kaj Roest, 39.
3-2: Bjarki Vágstún, 64.
3-3: Einar Petersen, brts., 67.
4-3: Johan Jacobsen, 78.
KÍ: Eilif Arge – Gunnar Christiansen (Danial Simonsen, 72.), Asbjørn Tungá, Oddmar Marsten, Heri Klein Olsen (Teitur Fles, 35.) – Heðin Klakstein Allan Joensen, Eyðun Klakstein (Petur Andreasen, 62.) – Bjarki Vágstún, Johan Jacobsen, Niels Pauli Danielsen






