12 Juni 2011

Vágamenn komu til Klaksvíkar eftir tí eina stiginum, men fóru avstað við øllum trimum
Í dýrdarveðrinum var KÍ í gávuhýri og handaðu vágamonnum sigurin.
Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, John Hammer, Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør (Ivan Joensen 85'), Henry Heinesen (Bárður J. Heinesen 83'), Ísak Simonsen (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 55'), Kristoffur Jakobsen. Á bonkinum uttan at verða skiftur inn: Sigmund G. Jacobsen.
Tað sást skjótt at vágamenn vórðu komnir norð til Klaksvíkar eftir einum javnleiki. Fyrst og fremst syrgdu teir fyri at hava nógv fólk aftanfyri bóltin og so satsaðu teir uppá kontra. KÍ var leikliga omaná allan hálvleikin. Frægastu royndina hevði Nenad við einum dundurskoti úr 25 metrum, men málmaðurin bjargaði væl.
Í seinna hálvleiki fingu vágamenn tvey mál og bæði kundu væl verið vard betri. Í hinum endanum fekk Henry eitt mál og aðrar vandastøður vórðu eisini.
Annars var hugaligt at síggja John Hammer byrja sín fyrsta dyst í ár. Aleksandar hevði koyrt John í miðverjuna og kom hann væl frá uppgávuni. Hjalgrím spældi ikki við fullari ferð, tað legði ein væl merki til - hann hevur spælt tveir landsdystir og tóktist merktur av hesum.
Samanlagt kunnu menn ikki verða nøgdir við avrikið og mugu arbeiðshandskarnir takast uppá til næsta dysti, sum verður ímóti B36 í Tórshavn komandi sunnudag.
Myndir frá dystinum eru í savninum og á facebook her






