KÍ spældi leygardagin ímóti einum av avbjóðarunum í toppinum í 2. deild, og áttanda dystin á rað fór KÍ av vøllinum sum sigursharri.

 

2. deildarliðið hjá KÍ heldur fram við sínari sigursrøð. Liðið, sum fyri tað mesta er mannað við ungum spælarum, hevur nú spælt átta dystir í landskappingini og hevur vunnið allar.

Leygardagin spældi KÍ ímóti Undrinum, sum liggur sum nummar 3 á stigatalvuni. KÍ hevði roynt at fingið dystin fluttan til Klaksvíkar, nú norðoyastevna var, men tað vildu teir í høvuðsstaðnum ikki. Men KÍ fór til Havnar við einum sterkum liði og vann dystin 3-1.

Í fyrra hálvleiki hevði Undrið munin, og teir skoraðu eisini eitt mál, so at teir vóru á odda 1-0 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki setti KÍ meira trýst á, og KÍ yvirtók fullkomiliga dystin. Niels Pauli Danielsen, Bjarki Vágstún og Jógvan Isaksen skoraðu hvør sítt mál, og dysturin endaði við tryggum og fult uppibornum sigri til KÍ.

Eftir 8 umfør liggur KÍ langt fremst í 2. deild við 24 stigum. B68 er nummar 2 við 19 stigum, og Undrið er nummar 3 við 14 stigum. Tvey lið flyta upp, og tí er KÍ í løtuni 10 stig frammanfyri nærmasta avbjóðaran um uppflytingina. Næsti dystur hjá KÍ verður ímóti TB í Klaksvík leygardagin.

Undrið-KÍ 1-3 (1-0)
1-0: Bárður Christiansen, 29.
1-1: Niels Pauli Danielsen, 54.
1-2: Bjarki Vágstún, 63.
1-3: Jógvan Isaksen, 72.
KÍ: Eilif Arge – Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen, Asbjørn Tungá, Sigmund Jacobsen – Heðin Klakstein, Allan Joensen (Erik Nielsen, 72.), Bárður Heinesen (Danial Viðoy Simonsen, 81.) – Bjarki Vágstún, Sámal Olsen (Lindi Gardar, 81.), Niels Pauli Danielsen.