05 Juni 2011

KÍ var umboða í trimum steypafinalum og gjørdi ikki mætari enn at vinna tær allar
Sólin skínur á Klaksvíkar Ítróttarfelag. Flest øll liðini eru oddalið og ilt man verða fáa eyga á nakað ár í søgu felagsins tá so væl hevur hilnast.
Steypakappingar eru í yngri deildum og tær vórðu leiktar í gjár. Trý ungdómslið umboðaðu KÍ farvurnar og væl gekk - helt væl!
Dreingirnir hjá KÍ vunnu í Gundadali 4-1 ímóti B36. Gentur 14-17 ár vunnu 2-0 ímóti B68/NSÍ í Streymnesi, og smágenturnar vunnu 1-0 ímóti Víkingi.
Av øðrum úrslitum ígjár kunnu nevnast at teir næstbestu hjá KÍ vunnu áttanda dystin á rað og kunnu sigast at verða stórleypandi upp í 1. deild. Úrslitið varð 3-1 til KÍ móti Undrið FF.
Vodafoneliðið hjá KÍ vann 5-2 ímóti øðrum KÍ liði, ið var mannað við leikarum, sum hava umboða KÍ í Evropa.

Frøði á dreingjum eftir tryggan og uppibornan 4-1 sigur í finaluni

Glaðar smágentur eftir, at tær hava vunnið steypafinaluna 1-0 ímóti Víkingi.

Eisini Gentur 14-17 ár fegnast eftir, at tær hava vunnið steypið annað árið á rað.






