31 Juli 2008
Heilt nógv folk høvdu leitað sær í Café KÍ at síggja burturvilsta Rógva Jacobsen koma heimaftur til barndómsfelagið.

Formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, Tummas Lervig fegnaðist um at hava knýtt enn ein landsliðsleikara at formulahópinum. "Tað at Rógvi nú er KÍ leikari er ein av brikkunum í Visión 2009, har vit m.a ætla at røkka ovastu rók í føroyskum fótbólti" segði ein fúsur Tummas
Otto Jacobsen, umboð fyri Bláu bylgjuna handaði síðani Rógva blusuna við 8-tali á rygginum, sum hann framyvir skal leika í. Harumframt fekk Rógvi handað eina gávu til minnis um serliga dagin.
Eyðun Klakstein, høvðusvenjari gleddist um, at hava fingið Rógva heimaftur, og skemtaði um farnar dagar tá Rógvi spældi í unglingadeildini við just Eyðun, sum venjara. At enda tók Tummas Lervig samanum og uppmøttu fólkini sluppu síðani at heilsa uppá Rógva. Bláa bylgjan syrgdi fyri kaffi og køkum.






