31 Mai 2011
KÍ spennir seg út á Norðoyastevnu við tveimum forkunnugum stevnudystum
Leygardagin spælr UEFA KÍ móti Vodafone KÍ. Hetta er ein dystur ímillum dagsins KÍ leikarar og síðani teir sum hava umboða KÍ í Evropa. Dysturin leygardagin byrjar kl. 19.00. Tað verður stuttligt at síggja fleiri generatiónir av KÍ leikarum á vøllinum samstundis.
Sunnudagin spæla 80'ara liðini hjá KÍ og HB vinardyst. Leikararnir eru komnir nakað upp í árini og eru teir allir eldri enn 45 ár.
Heimasíðan frættir at leikarar sum Oddbjørn Joensen, Jón Kári í Brekkuni, Bent Tommy Linklett, Jákup Mikkelsen, Símun Pauli Sivertsen, Lassin Isaksen, Beinur Poulsen, Markus Tummas Jacobsen, Jóhan Joensen, Gunnar Simonsen, Leif Olsen, Jógvan A. Joensen, Jóannes Poulsen, Janus Ellingsgaard, Rúni Heinesen, Finn Stampe og Mikkjal Mikkelsen hava funnið sær gaggurnar fram aftur og eru fúsir at dystast móti arvafíggindanum.
HB liðið telur menn sum Gunnar Mohr, Eyðun Dahl Kristiansen, Høgni Mikkelsen, Bjarni Jacobsen og eisini Føroya Løgmann Kaj Leo Holm Johannesen.
Dysturin sunnudagin byrjar kl. 15.00






