Teir gomlu dreingirnir hava kappingar hvør hjá øðrum og hugnin er óførur

Hendan dagin vórðu KÍ vertir og gestirnir komu frá B71, AB og HB. Øll liðini leiktu ímóti hvør øðrum. Jógvan Jacobsen og Maller Jacobsen dømdu og tað gjørdu teir væl. Spælt var hálvan vøll.

Avrikið hjá KÍ var góðkent, men ikki so nógv meir enn tað. Tað tóktist sum at menn ikki heilt høvdu fingið grundformin í ordan. KÍ tapti tveir dystir og vunnu ein. Tó sóðust farrar av stórleika og hetta kom serliga til sjóndar tá KÍ fór í kontra. Vit minnast øll raid'sini hjá Arnold Joensen fram eftir miðjum vølli og hann helt líkasum eisini liðnum saman. Eisini var hugaligt at síggja ein Rúna Heinesen í miðverjuni har hann avgjørdur vendi áleyparunum tá hesir ætlaðu at nálgast í KÍ málinum. Karl Marius Poulsen vísti at hann kann brúkast í báðum endum. Hann var farin í mál hendan dagin og tað mundu fremmandu málverjarnir frøðast mest um. Hallur Joensen vísti eisini at tað ikki bert er ljósakrúnurnar sum eru gyltar, men eisini hansara eminenta innarisíða, ið oftani tók mótstøðuleikararnar av bóli.

KÍ leikararnir hendan dagin vórðu: Karl Marius Poulsen, Rúni Heinesen, Símun Gullaksen, Kaj Dam, Arnold Joensen, Jóhann Lützen, Hallur Joensen, Beinir Poulsen, Jákup Oluf á Lakjuni. Venjari var tann altíð væl upplagdi Sonhard Johannesen. Fleiri av hansara viðmerkingum sótu væl og ein tann besta mundi verða tá hann fór at tosa um tilfeingisbú(kin) hjá Jóhann.

Eftir dystin varð farið uppá KÍ lofti til hugna og samveru. Turrur fiskur, grind og spik umframt tær góðu frá Føroya Bjór. Ein herlig løta.

Næsta kapping verður í Suðuroy leygardagin 11. juni og tað frættist at KÍ ætlar sær avstað longu fríggjadagin so teir kunnu verða so væl fyri sum gjørligt tá kappingin byrjar :)