30 Mai 2011

2. lið hjá KÍ vann leygardagin heili 9-1 í Fuglafirði og liggur framvegis á odda í 2. deild við fullum stigatali
Leygardagin spældi 2. deildarliðið hjá KÍ sjeynda dystin í ár, og aftur hesaferð endaði tað við greiðum sigri til KÍ-liðið. Heili 9-1 vann KÍ á ÍF, og KÍ liggur framvegis á odda í 2. deild við fullum stigatali – fimm stig frammanfyri næstfremsta liðið í deildini, sum er B68..
KÍ punkteraði ÍF beinanvegin, tí eftir fimm minuttum hevði Sámal á Tjaldrafløtti Olsen skorað tvey mál, og beint fyri hálvleik fullførdi Sámal sítt hattrick. Tá hevði Philip Djordjevic skorað tvey mál eisini, so støðan var 5-0. Í seinna hálvleiki skoraði KÍ fýra mál afturat, meðan ÍF fekk eitt troystarmál, tá ið støðan var 6-0 til KÍ.
Komandi leygardag spælir KÍ ímóti Undri, sum er triðfremst í deildini. Dysturin verður spældur í Havn norðoyastevnuaftan kl. 18.00. KÍ hevur roynt at fingið Undri at skifta um leikvøll, so KÍ skal spæla á heimavølli í hesum umfari, og so koma til Havnar í seinnu hálvu av kappingini, men hóast nógvir klaksvíkingar eru í Undri, hevur felagið ikki verið sinnað at býta um leikvøll.
2. deild, 7. umfar, 28. mai
ÍF-KÍ 1-9 (0-5)
0-1: Sámal Olsen, 3.
0-2: Sámal Olsen, 5.
0-3: Philip Djordjevic, 16.
0-4: Philip Djordjevic, 33.
0-5: Sámal Olsen, 41.
0-6: Bjarki Vágstún, 54.
1-6: Ári Ellingsgaard, 60.
1-7: Ísak Simonsen, 71.
1-8: Bjarki Vágstún, 80.
1-9: Niels Pauli Danielsen, 90.
KÍ: Eilif Arge – Johan Jacobsen, Asbjørn Tungá, Aksel Dalsgaard (Oddmar Marsten, 66.), Sigmund Jacobsen – Allan Joensen (Erik Nielsen, 46.), Niels Pauli Danielsen, Philip Djordjevic (Teitur Fles, 73.) – Bjarki Vágstún, Sámal Olsen, Ísak Simonsen






