Kristoffur varð dagsins maður við tveimum framúr góðum málum ímóti tannleysu fuglfirðingunum

Veðrið var einki serligt, vindur og regn og tað ávirkaði eisini áskoðaratali. Tey djørvu, sum komu til dystin, sóðu enn einaferð eitt vælleikandi KÍ lið, ið stríddist manniliga allan dystin á tamb.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Sørmund Kalsø, Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen (Ísak Simonsen 66'), Henry Heinesen (John Hammer 80'), Kristoffur Jakobsen (Bárður J. Heinesen 90'). Á bonkinum uttan at verða skiftir inn: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen og Philip Djordjevic.

Fyrri hálvleikur var javnur. Liðini spældu fyri tað mesta ímillum báðar brotsteigarnar. ÍF fekk nøkur hornaspørk og tá vórðu teir vandamiklir, men eingin veruligir kjansur spurdist burturúr tí. KÍ hevði ein risakjans í fyrra hálvleiki, men Jákup Mikkelsen stórbjargaði fyri Ivan Joensen. Nakað eftir hetta mátti Jákup av vøllinum við skaða og spennandi verður nú um Gunnar á Steig fær landsliðsboð.

Seinni hálvleikur skuldi vísa seg at verða mikið betur fyri KÍ. Tað leikaði framvegis javnt á og ein hugsaði at tað skuldi nakað specielt til um annað liðið skuldi fáa mál. Og fram á pallin kom Kristoffur Jakobsen. Hann sleit seg leysan í høgru og frá spískum vinkli smekkaði hann bóltin í kassan. Villur jubul á fjøldini.

ÍF fekk ein mann riknan av vølli í 77. minutti tá hann fekk sítt næsta gula kort. Bæði kortini mundu verða í lagi.

KÍ hevði alt spælið eftir hetta og álopini skolaðu oman ímóti ÍF málinum. Kristoffur Jakobsen setti krúnuna á verkið, tá hann við eini framúr væl frágingnari avslutning blásti allan spenning í dystinum av. Eitt innlegg kom úr høgru og við teknikki í serflokki fekk Kristoffur bóltin framvið málverjanum og uppundir yvirleggjarin og í mál. 2-0 til KÍ og fríggjakvøldið hjá lokalu pubbunum reddað!

Um vit dvølja við Kristoffur Jakobsen eina løtu kann staðfestast at hann stórtrívist og blomstrar sum aldrin fyrr. Hann kempar væl, tekur strævnu túrarnar út í bæði borðini og er ein støðug hóttan fyri mótstøðuverjurnar. Kristoffur hevur higartil skora 8 mál og liggur einsamallur á odda á toppskorara listanum í Vodafonedeildini. Bert higartil í ár hevur hann longu skorað 2 mál fleiri enn í nøkrum undanfarnum kappingarári.

Næsti dystur er 11. juni tá Vágamenn koma til Klaksvíkar á vitjan. Nú er pausa í vodafonedeildini tí landsliðið skal spæla tveir dystir áðrenn og aftaná Norðoyastevnuna.

Myndir frá dystinum eru í savninum og á facebook her