Í meðan dysturin er verða lutaseðlar seldir har vinningurin er ein flogferðaseðil á rutunetinum hjá Atlantic Airways frá FONN-FLOG (virði 3.000 kr)



Vit kunnu vissa um at trekt verður tá fáir minuttir eru eftir av dystinum, soleiðis at tey sum hava keypt seðil beinavegin fáa a...t vita um tey hava vunnið ella ikki ;)

Sagt verður frá í hátalarinum um hvør hevur vunnið tá dysturin er liðugur. Hepni vinnarin skal einans venda sær til Jóhann Lützen á tlf 232486.

Tað verða tær seks Bjørg Hvidbro, Poula í Frammistovu, Barbara Jacobsen, Judit Eliasen, Sanna Brandal og Birita Alexandursdóttir, sum fara at selja. Tær verða lættar at kenna aftur tí tær verða í somu blusum sum KÍ-mennirnir inni á vøllinum :)

Og so mundu vit gloymt at sagt at ein lutaseðil kostar einans 10. kr. :))

Peningurin fer til rakstur av fremsta mansliði felagsins.