23 Mai 2011

Leygardagin hevði KÍ vitjan av FC Suðuroy, og tað endaði við enn einum tryggum sigri til KÍ
Sætta umfar í 2. deild hjá monnum varð spælt leygardagin. KÍ, sum er oddalið, hevði vitjan av FC Suðuroy, sum undan dystinum lá nummar 3 í deildini. Men tað var eingin ivi um, hvat var betra liðið. KÍ hevði leikliga yvirvág og vann eisini dystin 4-1.
KÍ legði seg á odda, tá ið 25 minuttir vóru farnir. Gunnar Christiansen fór fram við fleiri í høgru og legði út frá til Ísak Simonsen, sum sendi bóltin í málið. Beint fyri hálvleik legði Ísak ein bólt innfyri, og Jóhan Jacobsen stútaði bóltin í málið til 2-0.
KÍ sat veruliga á dystinum í fyrra hálvleiki, og leiðslan var fult uppiborin. Spælararnir vóru tó ikki meira enn komnir út frá hálvleikssteðgin, so hevði FC Suðuroy minkað um munin við einum sera góðum skoti.
KÍ setti seg á dystin aftur, og fleiri kjansir vóru at skora. Miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist at fáa mál. Heðin Klakstein legði fríspark innfyri, og Niels Pauli Danielsen stútaði bóltin í málið. Og í yvirtíðini skoraði Sigmund Jacobsen eftir eina hornasparksstøðu.
4-1 til KÍ, sum framvegis hevur vunnið allar sínar dystir. KÍ liggur fremst í 2. deild. við 18 stigum. Næsti dystur verður í Fuglafirði leygardagin.
2. deild menn, 6. umfar, 21. mai
KÍ-FC Suðuroy 4-1 (2-0)
1-0: Ísak Simonsen, 26.
2-0: Johan Jacobsen, 42.
2-1: Hans Jacob við Kvíggjá, 46.
3-1: Niels Pauli Danielsen, 66.
4-1: Sigmund Jacobsen, 90.
KÍ: Kristinn Akursmørk - Gunnar Christiansen (Oddmar Marsten, 68.), John Hammer, Asbjørn Tungá, Sigmund Jacobsen - Allan Joensen, Heðin Klakstein (Teitur Fles, 79.), Ísak Simonsen (Lindi Gardar, 46.) - Bjarki Vágstún, Johan Jacobsen, Niels Pauli Danielsen






