20 Mai 2011

Hjalgrím Elttør er úttikin á A-landsliðið ímeðan Jógvan Isaksen er á U-21 landsliðnum
Tað hevur verið spenningur undan teimum ymsu landsliðsúttøkunum. Gitingar hava verið um hvør og hvussu nógvir KÍ leikarar mundu fara at verða úttiknir.
Bæði A-landsliðið og U-21 landsliðið eru nú úttikin og KÍ er umboðað við einum leikara á hvørjum liði, ávíkavist Hjalgrím á A-landsliðnum og Jógvan Isaksen á U-21 landsliðnum.
Enn er U-19 landsliðið ikki úttikið. Har kunnu væntast fleiri KÍ leikarar.
U-17 landsliðið skal á venjingarlegu og har eru 4 KÍ leikarar við - Poul N. Mikkelsen, Jákup Pauli Ziskason, Tórur Justesen og Eivind Sørensen.






