Í samband við HB - KÍ dystin sunnudagin taka HB fjeppararnir úr Red Lions ímóti øllum KÍ viðhaldsfólkum í HB húsinum frá kl. 13.00

Ætlanin varð at KÍ-stuðlar-Tórshavn skuldu taka ímóti, men Red Lion fjeppararnir hjá HB vilja fegin hava KÍ fjeppararnar á vitjan. Hetta hava tey úr Bláu bylgjuni játta og sostatt verður tað ikki gamla HB húsið sum verður karmur um upphitingina, men nýggja HB húsið.

Dyrnar lata upp kl. 13.00 og frá Red Lions hoyra vit at tey hava alt gott at bjóða KÍ fjepparunum :)