31 Juli 2008
Fjepparanir hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag hava viðgongd í løtuni. Teir hava júst fingið sær snotuliga heimasíðu - www.blaabylgjan.com -, skipaðu fyri móttøkuni av Rógva Jacobsen og nú hava teir eisini fingið egin hølir.

Loftsrúmið út til høllina sær nú snotuligt út
Tær ótroyttuligu Jórun Jacobsen og Jórun Andreasen hava ruddað og vaskað rúmið, so nú er klárt hjá Bláu Bylgjuni at nýta rúmið framyvir.
Stjørnan heldur til í somu hølum, men hondbóltsítróttin er um veturin og Bláa bylgjan hevur sostatt hølini til taks ímeðan fótbólturin er á skránni. Klaksvíkar Ítróttarfelag setur stóran prís uppá ídnu fjeppararnar í Bláa bylgjuni.





