19 Mai 2011
KÍ unglingar vunnu mikukvøldið ímóti B36 í Gundadali, og KÍ hevur fult stigatal eftir fýra umfør.
B36 stillaði við manngarði rundan um brotsteigin, og teirra mál var púra einfalt. Teir vildu gera alt fyri at halda nullið og so vóna, at teir kundu fáa okkurt kontramál. Tí hevði KÍ stóra leikliga yvirvág allan dystin, meðan teir røsku B36’ararnir vardu manniliga á egnari hálvu.
KÍ hevði nakrar royndir á málið í fyrra hálvleiki, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at kjansirnir veruliga fóru at vísa seg. KÍ flutti bóltin væl runt á vøllinum, søktu støðugt at B36-málinum, og so komu málini eisini.
Tá ið 12 minuttir vóru eftir at spæla, sendi Heðin Klaksteineitt fríspark úr vinstru beinleiðis í málið, og nakrar minuttir seinni økti Helgi Samson, eftir at Ragnar Danielsen hevði spælt hann púra leysan.
KÍ kundi saktans havt skorað onkur mál afturat seinasta partin av dystinum, men tvey mál og trý stig ímóti einum liði, sum gravaði seg niður á egnari hálvu, er meira enn góðkent. KÍ-spælararnir vístu sera góðan vilja og ágrýtni, hóast tað kann verða frusterarandi at spæla ein slíkan dyst.
KÍ unglingar hava nú spælt fýra dystir og hava fult stigatal. Næsti dystur verður í Klaksvík mánakvøldið kl. 19.30, tá ið B68 vitjar.
Unglingar, 4. umfar, 18. mai
B36-KÍ 0-2 (0-0)
0-1: Heðin Klakstein, 78.
0-2: Helgi Samson, 85.
KÍ: Kristinn Akursmørk – Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, Aksel Dalsgaard, Heri Klein Olsen – Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Johan Jacobsen (Heðin Arge, 86.) – Ragnar Danielsen (Agnar Frederiksen, 86.), Philip Djordjevic, Helgi Samson






