16 Mai 2011

2. deildarliðið hjá KÍ er flúgvandi og vann leygardagin fimta sigurin á rað. KÍ liggur á odda í 2. deild við fullum stigatali
Leygardagin spældi KÍ ímóti AB á Argjum, og eina løtu var talan um javnan dyst. Men eftir hálvan tíma tók KÍ yvir, og beint fyri hálvleikin legði Lindi Gardar KÍ fram um 1-0
Í seinna hálvleiki hevði KÍ greiða yvirvág, og tað gjørdist eisini til ein uppubornan 3-1 sigur. Málini í seinna hálvleiki skutu Sigmund Jacobsen og Bjarki Vágstún.
Vert er at leggja merki til, at John William Joensen gjørdi comeback sum málmaður í hesum dysti, og hann spældi ein góðan dyst.
KÍ liggur á odda í 2. deild við fullum stigatali. Næsti dystur verður í Klaksvík leygardagin, tá ið FC Suðuroy vitjar.






