Víkingur var snildari og fór avstað við øllum trimum stigunum ímóti vælleikandi KÍ

Dysturin vísti sannroyndina at tað eru málini, sum telja í fótbólti. KÍ var omaná í stórum pørtum av dystinum, men megnaðu ikki kunstin at fáa bóltin í netið.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Sørmund Kalsø, Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Kristoffur Jakobsen, Henry Heinesen (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 78'), Hjalgrím Elttør, Philip Djordjevic (Álvur Christiansen 60'). Á bonkinum uttan at verða skiftir inn:Ivan Joensen, Jóhan Jacobsen, Ísak Simonsen

Dýrdarveður var í Klaksvík og útvið 1000 áskoðarar høvdu leitað sær á plenuna. Teir sóðu enn einaferð eitt KÍ lið, sum stríddist manniliga, men mátti lúta fyri einum FM kandidati.

Í fyrra hálvleiki gekk javnt á fyrstu løtuna. Í 15. minutti fær Víkingur eitt heppið mál eftir trunkaspæl í KÍ brotsteiginum. Eftir málið trýsti KÍ ímeðan Víkingur spældi uppá kontra. KÍ spældi framúr góðan fótbólt og Víkinga leikararnir vórðu til tíðir reduseraðir til keylir. Tað eru serliga Nenad, Høgni og Hjalgrím sum eru eyðsýndir í framrættaða spælinum. Teir tríggir seta hinar viðleikararnar í scenu.

Í seinna hálvleiki javnaði spæli seg nakað, tó at tað framvegis var KÍ sum átti spæli. Víkingur fekk tveir risakjansir uppá kontra, men megnaðu ikki at skora. KÍ kom somuleiðis til tveir stórar kjansir, tá fyrst Álvur og síðan Kristoffur gjørdust leysir í brotsteiginum, men teir misnýttu.

Samanlagt kann sigast at Víkingur vísti at teir eru eitt rutinerað lið. Við tí fylgir at teir taka rættar avgerðir í røttu løtunum. Teir vóru snildari enn KÍ. Enn einaferð var tað sera hugaligt at síggja KÍ spæla so væl og ein er longu farin at væta sær um varrarnar við tankanum um nýggja vøllin, sum KÍ fær um ein til tveir mánaðir.

Næsti dystur er komandi sunnudag í Gundadali ímóti arvafíggindanum HB.