12 Mai 2011

Enn einaferð vórðu vit væl við í øllum dystinum, men máttu lúta fyri einum FM favoritti
Liðið legði rygg til triðja tapið á rað, men taktirnar eru góðar og næstu stigini munnu ikki verða langt vekk.
Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen, Høgni Madsen, Nenad Stankovic (Ivan Joensen 90'), Hjalgrím Elttør, Philip Djordjevic (Henry Heinesen 58'), Álvur Christiansen (John Hammer 85'), Kristoffur Jakobsen. Á bonkinum uttan at verða skiftur inn: Bjarki Vágstún og Niels Pauli Danielsen
Veðrið var gott við Margáir, men fjøldin einki serliga stór. FM kanditatarnir stóðu fyri okkara monnum og samanumtikið varð okkara avrik góðtikið. EB/Streymur er eitt væl samanspælt lið har leikarar kenna væl rennimynstur hjá hvørjum øðrum. Hetta er fingið í lag eftir fleiri ár við somu leikarum. Bæði málini EB/Streymur fekk bóru eisini boð um hetta. Fyrstu 10 minuttirnar var KÍ omaná, men so við og við kom EB/Streymur inn í dystin. Í 39' minutti fekk EB/Streymur hol á eftir gott uppspæl í vinstru, sum málslúkurin Arnbjørn Hansen setti í netið. KÍ hevði einstakar kjansir í fyrra hálvleiki, men tó ikki nakran stórkjans.
Í seinna hálvleiki trýsti EB/Streymur og fekk eitt mál eftir eitt væl plasera skot frá Hans Paula Samuelsen, ið Gunnar einki kundi gera við. Gunnar á Steig hevði aftur í dag 2-3 stórbjargingar og man ikki verða langt frá eini landsliðsúttøku. Eftir hetta fór KÍ í gongd. KÍ snøgt sagt spældi EB/Streym sundur og saman, men fall samanlagt uppá við ikki at skora í sínum góðu periodum.
Tað sæst, at tað býr eitt ógvusligt potentiale í KÍ liðnum. Umframt royndu leikararnar, ið veruliga gera mun, mennast ungu leikararnir við rúkandi ferð. Málið um at sleppa undan niðurflyting verður hildið og kósin við at satsa uppá egið tilfeingið verður hildin.
Hóast tap fóru KÍ viðhaldsfólkini hugalig frá vøllinum.
Næsti dystur er sunnudagin 15 mai kl. 15.00 í Klaksvík móti Víkingi.
Koyr á KÍ!!






