09 Mai 2011

KÍ vann leygardagin stórsigur á Royn í 2. deild, og KÍ liggur nú greitt á odda við fullum stigtali eftir fýra umfør.
Tað gongur strúkandi hjá 2. deildarliðnum hjá KÍ. Leygardagin spældi KÍ sín fjórða dyst í ár, og tað gjørdist til fjórða sigurin. Hesaferð spældi KÍ ímóti Royn, sum undan dystinum var ósigrað í trimum dystum. Men KÍ setti hvalbingar uppá pláss og vann heili 5-0.
KÍ hevði allatíðina greiða leikaliga yvirvág, men tað tók 25 minuttir at fáa fyrsta málið. Sigmund Jacobsen stútaði eitt hornaspark í málið. Seinastu fimm minuttirnar fyri hálvleik skoraði KÍ tvey mál afturat. Fyrst var tað Helgi Samson, sum skoraði, og síðani økti Heðin Klakstein til 3-0. Beint fyri hálvleikssteðgin fekk ein Royn-spælari reytt kort, og so vóru teirra treytir versnaðar enn meira til seinna hálvleik.
KÍ skoraði tvær ferðir afturat. Tíðliga í seinna hálvleiki økti Eyðun Klakstein til 4-0, og tveir minuttir fyri leiklok skoraði Danial Viðoy til úrslitið 5-0.
KÍ liggur eftir fýra umfør greitt á odda í 2. deild. Næsta liðið í røðini liggur trý stig aftanfyri. Komandi leygardag spælir KÍ ímóti AB á Argjum.

2. deild, 4. umfar, 7. mai
KÍ-Royn 5-0 (3-0)
1-0: Sigmund Jacobsen, 26.
2-0: Helgi Samson, 40.
3-0: Heðin Klakstein, 45.
4-0: Eyðun Klakstein, 50.
5-0: Danial V. Simonsen, 88.
Emil Biskopstø – Aksel Dalsgaard (Danial Simonsen, 59), John Hammer, Asbjørn Tungá, Sigmund Jacobsen - Heðin Klakstein, Allan Joensen, Eyðun Klakstein (Heri K. Olsen, 68.) – Ragnar Danielsen, Lindi Gardar, Helgi Samson (Teitur Fles, 59.)






