Marginalkontoin hjá KÍ hevur góðar dagar tí onki  gongur okkara veg fyri tíðina

B36 hevði tveir kjansir og skoraði uppá báðar, ímeðan KÍ eisini hevði tveir kjansir, men vórðu óhepnir ikki at skora.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Álvur Christiansen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen, Henry Heinesen, Philip Djordjevic.

Dysturin varð merktur av vindinum og eisini av at liðini vórðu tøtt. Undirhaldsvirðið var ikki av tí størsta. Nógv kemp á miðjuni nógvir langir bóltar. Í 50. minutti fær B36 ein kjans, ið teir skoraðu uppá eftir at KÍ málverjin ikki fekk sparka orduliga vekk. Í 72. minutti fekk B36 aftur mál eftir gott einmansavrik. Kí hevði síðan alt spælið har teir royndu at trýsta. Fyrst fekk Kristoffur Jakobsen ein góðan kjans har hann skjeyt langskot, sum rakti innarusíðu av stongini, men bólturin brast út aftur í spæl. Nakað seinni fekk Hjalgrím gyltan kjans, men bólturin varð reddaður á strikuni. Flest øll hildu at KÍ fekk mál, men marginalarnir eru ikki við KÍ í løtuni. Teir hava tað við at javna seg út ígjøgnum eitt kappingarár, so okkara tørn má fara at koma skjótt.

Tað er hugaligt at síggja at vit standa einki aftanfyri væl etableraðu liðini, men hinvegin er tað óhugaligt at tapa. Ungu mennirnir læra hvønn dyst og skulu nokk koma seg.

Næsti dystur er mikukvøldi á útivølli ímóti EB/Streymur.

Koyr á KÍ!!!