01 Mai 2011

Onkursvegna kláraði KÍ at verða aftanfyri 2-1 í hálvleiki, men í seinna hálvleiki varð FC Hoyvík spælt sundur og saman
Tað vóru toppur og botnur, sum spældi ímóti hvørjum øðrum, tá ið KÍ og FC Hoyvík spældu í 2. deild leygardagin. KÍ hevði vunnið sínar báðar fyrstu dystir, og FC Hoyvík hevði tapt báðar.
Tað var eisini munur á liðunum í fyrra hálvleiki. KÍ hevði leikliga yvirvág, men FC Hoyvík hótti fleiri ferðir KÍ-verjuna. FC Hoyvík legði seg á odda 1-0 tíðliga í dystinum, men KÍ svaraði aftur eftir ein hálvan tíma. Beint fyri hálvleikssteðgin legði FC Hoyvík seg fram um 2-1 eftir misskiljing í verjuni.
Í fyrra hálvleiki máttu bæði Daniel Dam og ein spælari hjá FC Hoyvík fara av vølliunm, eftir at teir rendu høvdini saman. Báðir fingu sár í pannuna, og Daniel varð á Landssjúkrahúsinum seymaður við fimm pentum omanfyri eygað, meðan liðfelagarnir spældu víðari.
Tað var tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum. Spælararnir blivu fønaðir, sigst, og í seinna hálvleiki var vent í holuni. Nú sat KÍ á øllum og skoraði heili 9 mál seinnu 45 minuttirnar. Ferð eftir ferð runnu KÍ spæararnir ígjøgnum verjuna hjá FC Hoyvík, og sigurin var ikki eitt mál ov stórur.
Við trivaliga sigrinum heldur KÍ fast um oddastøðuna í 2. deild. Næsti dystur verður ímóti Royn í Klaksvík komandi leygardag.
2. deild, 3. umfar, 30. apríl
FC Hoyvík-KÍ 2-10 (2-1)
1-0: Jan Berg Jørgensen, 9.
1-1: Philip Djordjevic, 30.
2-1: Alexandur Hentze, 45.
2-2: Teitur Fles, 53.
2-3: Niels Pauli Danielsen, 55.
2-4: Philip Djordjevic, 57.
2-5: Lindi Gardar, 60.
2-6: Lindi Gardar, 66.
2-7: Niels Pauli Danielsen,
2-8: Sjálvmál, 76.
2-9: Sigmund Jacobsen, brts., 81.
2-10: Philip Djordjevic, 89.
KÍ: Eilif Arge – Gunnar Christiansen (Danial Simonsen, 64.), Asbjørn Tungá, Daniel Dam (Teitur Fles, 37.), Sigmund Jacobsen – Heðin Klakstein, Oddmar Marsten, Eyðun Klakstein – Ragnar Danielsen (Lindi Gardar, 57.), Philip Djordjevic, Niels Pauli Danielsen






