KÍ tapti sín fyrsta dyst í ár, men munurin var ongin

1200 áskoðarar sóðu nýggja KÍ liðið taka ímóti runavíksmonnum. Veðrið var fantastiskt og tunnilsdagur eisini. Bláa bylgjan hevði gjørt nógv burturúr og lagið var gott rundan um vøllin.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Sørmund Kalsø, Oddmar á Lakjuni, Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Bárður Heinesen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen

Bæði liðini løgdu varliga út og langt varð ímillum stóru kjansirnar. Í 25. minutti fær KÍ mál tá Kristoffur gerst fríður í NSÍ brotsteiginum. Rudolf hevði spælt hann fríðan og Kristoffur takkaði fyri. Farið varð til hálvleiks við støðuni 1-0.

Í seinna hálvleiki fekk NSÍ tvey mál og tað var Christian Høgni Jacobsen, ið fekk tey bæði. Fyrra var eftir eitt ivasamt straffi, sum NSÍ fekk. Tað seinna var eftir fríspark úr høgru.

KÍ leikararnir kunnu sanniliga kenna seg vónsviknar av úrslitinum, tí teir stóðu einki aftanfyri meistaraheitsfavorittin NSÍ. Avrikið ber boð um menn, ið stríðast fyri sakini og tað fegnaðust øll tey mongu KÍ viðhaldsfólkini um eftir dystin.

Næsti dystur er mikukvøldi í Sørvági móti 07 Vestur í kappingini um Løgmanssteypið.

Næsti landskappingardystur er í Klaksvík komandi sunnudag kl. 15.00 ímóti B36, ið júst yvirhálaði KÍ sum nýtt oddalið.