Mynd: Kjartan Madsen

KÍ fekk eitt týdningarmikið stig á útivølli ímóti vágamonnum

Heimasíðuskribenturin var upptikin aðrastaðnis í dag so dystarfrásøgnin verður tunnlig hesaferð.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 74'), Kristoffur Jakobsen, Bárður J. Heinesen (Philip Djordjevic 77')

KÍ kom afturum 1-0, síðani framum 1-2 og einaferð enn afturum 3-2. Hóast hetta megnaðu KÍ at koma aftur í aftur til endaligu støðuna 3-3. Hetta vísir góða sálarliga styrki inni á liðnum.

Málini hjá KÍ fingu Nenad Stankovic, Rudolf Eliasen og Kristoffur Jakobsen. Tvey mál vóru sermerkt á hvør sín hátt. Málið, ið Rudolf Eliasen fekk varð hansara fyrsta í Vodafone-deildini - Tillukku við tí. Málið sum Kristoffur fekk sigst verða ein perla. Tað verður spennandi at síggja málið í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum.

KÍ spælir næsta dyst í Klaksvík á tunnilsdegnum leygardagin 30. apríl ímóti NSÍ kl. 17.00

Mynd: Kjartan Madsen