2. lið hjá KÍ, sum spælir í 2. deild, hevur vunnið báðar sínar fyrstu dystir í kappingini í ár. Fyri einari viku síðani spældi KÍ í Havn ímóti B36 og vann 2-1. Málini skutu Johan Jacobsen og Niels Pauli Danielsen.

Leygardagin vitjaði B68 í Klaksvík, og aftur hesaferð hevði KÍ munin í tætta dystinum. Eitt mál varð skorað, og tað fekk KÍ eitt korter fyri leiklok. Málskjútti var Heðin Klakstein. KÍ hevði munin í hesum dystinum, men B68 stríddist væl allatíðina. Bæði liðini høvdu sínar málmøguleikar, men tað var uppiborið, at KÍ fekk einasta málið í dystinum.

KÍ hevur tí fult stigatal eftir tvey umfør, og í triðja umfari skal KÍ aftur til Havnar. Tá verður FC Hoyvík mótstøðuliðið.