KÍ megnaði at fáa øll trý stigini til hølvdar eftir tættan dyst við Fløtugerði

Stríðsviljin er til at fáa eyga á og blandað saman við neyðugum talenti, so bar til at vinna á ambitiøsa ÍF, sum ætlar sær langt í ár.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen, Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Henry Heinesen (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 90'), Kristoffur Jakobsen (Philip Djordjevic 81'), Hjalgrím Elttør, Bárður Heinesen (Álvur Christiansen 86')

KÍ fekk ein góðan útisigur á meistaraheitsfavoritttunum úr Fuglafirði í dag. ÍF, sum tapti steypakappingina í fjør og sum skal royna seg í Evropa í ár, máttu lúta fyri upprykkjarunum. Góður stríðsvilji á unga KÍ liðnum varð grundarlagi undir sigrinum. KÍ fekk eitt mál sum Kristoffur setti í ÍF netið eftir gott uppspæl úr vinstru. ÍF hevði ein vandamiklan kjans og áttu at skora tá. KÍ hevði tríggjar fríleyparar har okkara leikarar vóru einsamallir við ÍF málverjanum. Hetta er nakað venjast má við framyvir.

Mongu KÍ fjeppararnir, ið tó kundu verið fleiri um Stjørnan ikki leikti sína aðru hondbóltsfinalu somu tíð, sóðu eitt samanhald, ið ikki er sæð í fleiri ár á Kí liðnum.

Næsti dystur er mánadagin 25 apríl í Sørvági ímóti 07 Vestur.