18 Apríl 2011

KÍ hevur funnið spæligleðina og vinnaraviljan aftur og tað gekk útyvir toftamenn
Spildurnýggja KÍ liðið vísti heimafjøldini hvør dugur er í teimum og eisini Brian Kerr, landsliðsvenjari skoðaði úrlætingina av B68 í dýrdarveðrinum.
Liðið hesuferð:Gunnar á Steig, Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Oddmar á Lakjuni, Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 80), Kristoffur Jakobsen, Henry Heinesen (Ivan Joensen 90), Bárður Heinesen (Álvur F. Christiansen 61)
Í fyrra hálvleiki hevði KÍ mestsum alt spælið, teir kempaðu og funnu væl hvønnannan. B68 spældi langar bóltar og satsaðu uppá deyðbóltsstøður. Í 39. minutti kemur ein sending innum miðverjuna hjá B68. Bárður eltir bóltin hóast B68 leikararnir eru greiðir favorittar at vinna duellina. Men Bárður hevði bara eitt í høvdinum og tað var at koma fyrst, hetta eydnaðist soleiðis at tá teir tríggir B68 leikararnir hugdu upp, ja so lá bólturin í netmeskunum til støðuna 1-0. Villur jubul á djúpumýru.
Nakað seinni verður Hjalgrím spældur púra leysur, men toftamálverjin bjargaði. Nenad hevði eitt framúr skot á yvirleggjaran í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki endurtók søgan seg; KÍ var omaná ímeðan B68 spældi uppá kontra. Í 53. minutti fær KÍ eitt fríspark úti í høgru síðu á B68 hálvuni. Høgni Madsen sær eitt op og snýtur málverjan soleiðis at bólturin fer í netið til 2-0. Hjalgrím Elttør setti vinstra skoytuna á eftir gott uppspæl og so lá bólturin aftur í B68 málinum, hetta var í 75. minutti. Hjalgrím varð útskiftur í 80. minutti og Høgni Madsen tók tá liðskiparabandi á armin - ein stolt løta hjá Høgna. B68 fekk eitt mál eftir horna, men teir megnaðu ikki at fáa meira burturúr.
Flestu fjepparar munnu gleðast um samanhaldið, evnini og vinnaraviljan á KÍ liðnum. Avrikið er júst tað KÍ fjepparar ynskja at síggja og vónandi heldur góða gongdin áfram.

Næsti dystur er hósdagin 21. apríl í Fuglafirði ímóti ÍF.






