FSF hevur tikið avgerð um at steypafinalan í kappingini um løgmanssteypið verður aftur í Klaksvík í 2011

Tað hevur ljóðað í eina tíð at steypafinalan skuldi leikast í Klaksvík og nú er tað so alment - Steypafinalan verður í Klaksvík.

Finalan verður leikt fríggjakvøldi 5. august.

FSF hevur sent út tíðindaskriv og tað ljóðar soleiðis:

Vit skulu hervið boðað frá, at Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur á fundi 30.mars 2011, tikið endalia avgerð um, at finalan í kappingini um Løgmanssteypið 2011 verður leikt í Klaksvík, fríggjakvøldið 5.august 2011 kl.18.00.