Kappingarnevndin hevur játtað at flyta dystin til Klaksvíkar

Á fundi í kvøld hevur Kappingarnevndin hjá FSF játtað at flyta dystin í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypi ímillum UndriðFF og KÍ til Klaksvíkar. Dysturin skuldi annars leikast í Tórshavn, men UndriðFF ynskti at flyta dystin til Klaksvíkar og KÍ hevði ongar trupulleikar av at leika dystin á heimavølli.

Dysturin verður leygardagin 2. apríl og byrjar kl. 17.00