Í ár verður Klaksvíkskappingin leygardagin 19. mars og sunnudagin 20. mars

KÍ er aftur har tað er stuttligt at verða. Klaksvíkskappingin hevur síðstu árini givið góð tekin um hvussu toppurin í føroysku landskappingini kemur at síggja út. Luttakararnir eru nevniliga nr. 1, 2 og 3 frá undanfarna ári umframt vertirnar KÍ, sum í ár eru uppflytarar.

Føroyameistararnir úr HB, silvurvinnararnir og steypavinnararnir úr EB/Streymi og bronsuvinnararnir úr NSÍ og uppflytararnir úr KÍ fara at dystast. Leygardagin verða tveir dystir og sunnudagin leika síðan vinnararnir av báðum dystunum leygardag finalu, ímeðan tapandi liðini leygardag leika um 3. og 4. pláss sunnudagin.

Dystirnir verða leiktir:

Leygardagin 19. mars kl. 13.00 og kl. 15.15

Sunnudagin 20. mars kl. 13.00 og kl. 15.15

Klaksvíkar Býráð letur steyp.

Lutakastið verður seinni.