Um tú gongur við einum lítlum dómara í búkinum so er løtan lagalig, tí KÍ bjóðar tær á dómaraskeið

Í døgunum 29-30. apríl skipar FSF fyri einum Dómaraskeiðið við próvtøku. Um neyðugt so verður próvtøkan eisini 31 apríl. Skeiðið verður í FSF-húsininum í Tórshavn.

Endamál/innihald: Skeiðið hevur til endamáls, at fyrireika teg til dómarapróvtøkuna, og tá ið tú hevur staðið próvtøkuna, verður tú ein partur av dómarahópinum hjá FSF, og títt arbeiðið sum FSF-dómari kann byrja.

Tíð og staður: Útbúgvingin tekur 15 tímar, og fer fram í FSF-húsinum, 29.-30. apríl 2011.

Útbúgvingin gevur frálæru í:

Dómarin:  
Fótbóltslógin, 17§´ir sum eru deild í fýra høvusevni
Byrjan (seta í gongd)
Rangstøða
Fríspark
Málmaðurin
Tekn/tekngeving (Dómari)
Fyrisiting ( Dómaraseðil vm.)

HD-dómari 1.
Hvat skal  veitrast fyri og hvussu.
Tekn og kropsmál
Tulking av rangstøðu. (video/DVD)
Útskifting
Felags
Verklig undirvísing á vøllinum/samstarv
Upphiting
Próvtøka

Førleikar: FSF dómari kann døma ungdómsdeildir, 3.deild, 2.deild og Kvinnudeildina.

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Fyrimunur er um næmingurin hevur tikið grundskeiðið “Dómarin”, tað er tó ikki ein treyt.


Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 1.000, sum KÍ rindar. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar, kostarhald og evt. gisting í FSF húsinum.

At hava við: Tað er neyðugt at hava venjingarbúna og uttandura skógvar við. FSF letur lógbók á føroyskum og skriviamboð.


Tilmelding: Áhugaði eiga at venda sær til Hans Jacob Heinesen á telefon 282822.  Tilmeldingarfreistin er til fríggjadagin 08 apríl 2011