KÍ hevur skipað venjingarnar hjá 2.deild og unglingum

 

Bíða hevur verið eftir avgerð frá FSF, hvørt unglingadeildin skuldi hava tríggjar árgangir ella skerjast niður í tveir árgangir. FSF hevur nú gjørt av at unglingadeildin ikki skal broytast - tvs. at tríggir árgangir framhaldandi verða.

Eyðun Klakstein tekur sær av unglingum og hevur hann fingið Eyðun Torgeirsson sum hjálparvenjara.

Jóan Pauli Jacobsen tekur sær av 2. deild. Sum kunnugt hevur Aleksandar Djordjevic Vodafone-liðið har Jóan Pauli Jacobsen er hjálparvenjari.

Av tí at flestu leikararnir hjá KÍ eru so ungir ganga teir aftur í Vodafone, 2.deild og unglingum. Hetta hevur viðført at venjingarnar eru lagdar soleiðis at øll trý liðini venja í senn, tó við nøkrum frávikum.

Teir tríggir Aleksandar, Eyðun og Jóan Pauli hava tætt samskifti og tryggja soleiðis at allir leikarar fáa best møguligar karmar at menna sínar førleikar.