KÍ spælir í hesum døgum hópin av venjingardystum. Heimasíðan hevur hugt at hvussu hevur gingist

 

KÍ hevur spælt tríggjar venjingardystir ímóti ávíkavist EB/Streymi, ÍF og B68. Tað er blivið til tveir javnleikir, 1-1 ímóti EB/Streymi og 1-1 ímóti ÍF, og eitt 2-0 tap ímóti B68. Allir dystirnir hava verið javnir og hava verið brúktir til eina støðumeting hjá Aleksandar av sínum leikarum.

Aleksandar hevur brúkt eini 25 - 30 mans og allir hava koyrt nógv á. Leikararnir eru uppsettir at sleppa ímillum teir 18 tá Aleksandar velur sær ein fyrstaliðshóp út um nakrar dagar.

Fyri framman standa enn fleiri venjingardystir og tann fyrsti verður leygardagin kl. 11.00 ímóti Víkingi í Gøtu. Síðani verður dystur týsdagin 15 februar ímóti B68 í Klaksvík.