05 Februar 2011
Ársaðalfundurin samtykti at lækka limagjaldið niður í eina helvt, frá 400 kr. til 200 kr.

Ásannandi at fólk eru fíggjarliga hart spent í hesum døgum, varð uppskot um at lækka limagjaldið í Klaksvíkar Ítróttarfelag niður í eina helvt samtykt.
Sostatt kostar tað 200 krónur at verða ella gerast limur í Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Broytingin kemur fyrst og fremst væl við hjá barnafamiljum, men eisini hjá eldri fólki verður lagaligari at gjalda limagjald hjá KÍ framyvir.






