04 Februar 2011
Tummas Lervig hevði nógv at fegnast um á Aðalfundinum í gjárkvøldi.

Árið 2010 var samanumtikið eitt gott ár fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Ítróttarligi parturin av virksemi felagsins staðfesti enn einaferð, at KÍ er nakað serstakt í føroyskum fótbólti. KÍ er framhaldandi eitt av teimum sterku feløgunum í landinum, og hvat heiðursmerkjum viðvíkur royndist 2010 sera væl, bæði í steypa- og lands-kappingini.
Formaður og nevnd eru errin av, at okkara íðkandi standa seg so væl í leiki. Felagið ynskir at viðurkenna og stuðla undir tað arbeiði sum er framt tey seinastu árini, og miðvíst at arbeiði fram ímóti at tað framhaldandi er pláss fyri øllum í felaganum, og ikki minst at KÌ í størri mun megnar at geva elitu ítróttarfólkum góðar treytir í fremstu røð.
Á síðsta leikdegi hjá fremsta mansliðnum heiðraði felagið, í góðum samstarvi við Klaksvíkar Býráð, í hálvleikinum øllum íðkandi á vinnaraliðum felagsins við einum atgongumerki til Summarfestivalin 2011.
Fíggjarligi parturin av virksemi felagsins vísir eitt yvirskot á knappa hálva millión kr. Nevndin er sera fegin um úrslitið, serstakliga tá hugsað verður um at vit byggja á árið 2009, har brotasjógvarnar skolaðu inn yvur okkum og rindaðu fyrrverandi venjara hálva millión í endurgjaldi, ið hesin hevði stevnt felagnum eftir. Við góðum stuðli frá privatfólki og vinnustuðlum gjørdist hesin fíggjarligi smeiturin ikki ein ov stórur biti at gloypa. Nevndin ynskir enn eina ferð at takka øllum fyri teirra inngjøld á serligu kontuna, ið varð upprættað til endamálið.
Annað týðandi tiltak í mun til góða fíggjarliga úrslitið var tilmeldingardagurin, ið varð hildin í KÍ høllini fríggjadagin 26. mars. Felagið fer at halda fram við hesum leisti og menna víðari.
Fremsta mansliðið
Setningurin at flyta upp í Vodafone-deildina í fyrstu atsókn eydnaðist. Leiðslan í Sp/f KÍ, ið rekur fremsta manslið felagsins, gjørdi av at setningurin skuldi fremjast við egnum tilfeingi og uttan lønarkostnað. Leikararnir og venjarin megnaðu avbjóðingina fyrimyndarliga og kann felagið verða erri av slíkum eginmátti. Fyri framman standa stórar avbjóðingar í Vodafonedeildini og við miðvísum arbeiði er ætlanin at lyfta hesar.
Unglingar
Unglingarnir høvdu eitt sera gott kappingarár og vóru í serflokki í landskappingini. Liðið spældi góðan fótbólt og vann føroyameistaraheitið 10 stig og 33 mál frammanfyri næstfremsta liðið. Unglingarnir vóru eisini í steypafinaluni, men vóru rættiliga óhepnir at tapa dystin – tað gjørdist tí til silvur í steypakappingini.
Dreingir.
Dreingirnir tryggjaðu eisini felagnum tvey heiðursmerki. Í steypakappingini gjørdist tað til gull eftir finalu ímóti Vágaliðnum. Í landskappingini vóru dreingirnir eisini millum teir fremstu og vunnu bronsuheiðursmerki. Tað manglaði bert ein sigur í fyri at vinna føroyameistaraheitið.
Ungdómsdeildin.
Samanumtikið hevur KÍ havt eitt framúr gott kappingarár í Ungdómsdeildini. Vit eru í fremstu røð, tá ið tosað verður um ungdómsfótbólt og -menning. Til at stýra teimum ymsu liðunum hava vit royndar venjarar, gamlar KÍ kempur og ungar og minni royndar venjarar. Tilsamans hava vit havt 30 venjarar til 24 lið.
Tá ið árið byrjaði, skipaðu vit fyri einum stórum tekningardegi, har øll komu at gjalda limagjald, meldaðu seg inn til ávísa liðið og fingu ein bólt heim aftur við sær.
Samstundis fingu allir venjarar keylur og vestar til sítt egna lið. Stuttligt hevur verið at sæð, hvussu øll liðini hava havt fótbólts-venjingar.
Tá ið árið endaði, tóku vit saman um við einum tiltaki í KÍ høllini, har foreldur, venjarar, leikarar, nevndarlimir og fótbóltsáhugaði annars høvdu ein hugnaløtu saman við kaffi og ábiti.
Jú, sanniliga eru vit á rættari kós!
Fremsta kvinnuliðið
Kvinnurnar hjá KÍ vunnu enn einaferð bæði steypakappingina og landskappingina. Hetta var 11. árið á rað at kvinnurnar vunnu meistarheitið. Fyrsta meistaraheitið varð vunnið í 1997 og hetta er 11. árið á rað at kvinnurnar úr KÍ eru meistarar.
Harafturat gjørdist Evropa Cup hjá kvinnunum nakað heilt serligt og tær komu aftur við besta úrslitinum nakrantíð fyri føroyskan kvinnufótbólt.
Tvey tey seinast árini hevur Kì fingið stuðul frá FSF til evropa cup luttøkuna og vit kunnu longu nú boða frá at komandi ár sær spennandi út fyri kvinnudeildina, men meira um hetta verður kunngjørt á spælarafundi við kvinnurnar ein av komandi døgunum.
Gentur
KÍ vann greipuna í gentudeildini. Í landskappingini fór KÍ ósigrað ígjøgnum kappingina og endaði væl frammanfyri øll hini feløgini. Í steypafinluni vann KÍ stórsigur á Víkingi. Dysturin gjørdist ongantíð spennandi, og sterka KÍ-liðið vann finaluna heili 8-0. Genturnar vunnu tí tvey gullheiðursmerki til felagið.
Heimasíðan
Felagið fegnast um at hava eina virkna heimasíðu. Kí.fo er fremsti samskiftismiðil hjá felagnum við KÍ-áhugaði, KÍ-viðhaldsfólk og almenningin annars. Til ber at fáa kunning um fjølbroyttu tættirnar hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag og síðsta menningin er eitt vælvirkandi myndasavn, ið støðugt verður dagført. Hvønn dag vitjað útvið 400 fólk heimasíðuna og tey koma úr øllum heiminum.
Finalan um Løgmanssteypið
Í 2010 varð finalan um løgmanssteypið leikt í Klaksvík. FSF, Klaksvíkar kommuna og Klaksvíkar Ítróttarfelag fyriskipaðu tiltaki í felag og eftirmeting vísti, at allir partar vóru sera væl nøgdir. Annar týðandi lutur, ið gjørdi finaluna til nakað serstakt var, at Summarfestivalurin var í gongd samstundis og samstarvið við SF-fyriskipararnar riggaði væl. EB/Streymur vann finaluna 1-0 og umframt at verða heiðraðir framman fyri 2.600 áskoðarum við vøllin, vórðu teir heiðraðir á stóra palli framman fyri fjøldini á Vágsbøi, ið mundi telja eini 10.000 fólk.
Felags veitsla við kappingarlok
Nevndin hevur ætlanir um at skipað fyri eini felags veitslu eftir síðsta leikdag hjá fremsta mansliðnum. Í næstum verður sett ein veitslunevnd, ið skal fyrireika og skipað fyri veitsluni.
KÍ bókin.
Annar partur av søgubók felagsins verður útgivin í ár.
Stjørnan
Vann greipuna í 2010 og tað er felagið sera errið av. Sum nakað nýtt er venjari settur fulla tíð at taka sær av øllum liðunum og fruktirnar eru longu farnar at vísa seg.
Byrja var við at farna árið var samanumtikið eitt gott ár fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag – eg vil enda við at ynskja Klaksvíkar Ítróttarfelag eina bjarta framtíð.
Takk fyri
Tummas Lervig
Formaður






