Nógv fólk høvdu leitað sær á KÍ loftið til árliga aðalfundin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag

 

Á skránni vórðu m.a. val av nevnd, rokniskapurin og formansfrágreiðingin. Pól Mikkelsen var fundarstjóri og stýrdi leikinum væl.

Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag legði fyri við formansfrágreiðingini. Hann fegnaðist um bæði ítróttarliga- og fíggjarliga partin av virksemi felagsin. Kí er klárt besta felag í landinum tá umræður endastøður í steypa- og landskappingum FSF's. Rokniskapurin vísti eitt yvirskot á slaka hálva millión krónur.

Munandi broytingar eru í leiðsluni hjá KÍ. John William Joensen, sum í mong ár hevur sitið í leiðslu felagsins, boðaði frá, at hann ikki tók við afturvali. Harumfarmt tóku Anja Samuelsen, Anna Maria Dahl og Eyðstein Poulsen ikki við afturvali. Tummas Lervig varð aftur valdur sum formaður og Jóhann Lutzen varð somuleiðis afturvaldur sum ábyrgdarfólk fyri samskifti og Kristoffur Ragnarsson varð afturvaldur sum ábyrgdarfólk fyri hondbólt. Símun Waag Høgnesen varð valdur í nevndina á fyrsta sinni.

Fundurin umrøddi bygnaðarbroytingar og semja varð um at hyggja at hesum partinum.

Harumframt var limagjaldi sett niður í eina helvt. Til 200 kr. í mun til 400 kr. fyrr.

Formansfrágreiðingin verður løgd á heimasíðuna seinni.