Vodafoneliðið hjá KÍ hevur fleiri venjingardystir á skránni fram til kappingarbyrjan

Active Image

Síðan kappingarlok 2010 hava mennirnir vant regluliga í Yndi. Fyrst í 2011 varð so byrja at venja á vøllinum aftur. Tann venjingin hevur mest snú seg um at fáa konditiónina á eitt nøktandi støði.

 

Nú liggja hópin av venjingardystum fyri framman og byrja verður leygardagin 29. januar ímóti EB/Streymi. Tann dysturin verður í Klaksvík og byrjar kl. 13.00.

Næsti dysturin er ímóti ÍF týskvøldi 1. februar og tann dysturin byrjar kl. 18.00 ella kl. 18.30.

 

Annars eru hesir dystir avtalaðir:

Ímóti B68: 9. februar og 15. februar

Ímóti Víkingi: 12. februrar og 26. februrar

Ímóti NSÍ: 15. mars og 26. mars

 

Leygardagin 19. mars og sunnudagin 20. mars verður Klaksvíkskappingin og tá vitjað HB, EB/Streymur og NSÍ í Klaksvík