20 Januar 2011
Samstarvssáttmáli millum Tryggingarfelagið Føroyar og Klaksvíkar Ítróttarfelag undirskrivaður

Hetta er tíðin, tá felagið arbeiðir við at fáa samstarvssáttmálar gjørdar, og nú er sáttmáli við Tryggingarfelagið Føroyar undirskrivaður. Sáttmálin er viðvirkandi til, at tryggja menningina hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag og Kristina Háfoss, deildarstjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar skrivaðu undir sáttmálan.
Tummas Lervig sigur, at hann fegnast um samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar. “Tryggingin og KÍ hava verið viðspælarar í mong ár og góða samstarvið heldur við hesum fram”.

Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, sigur: “KÍ hevur avbera stóran týðning fyri norðoyggjar og ger eitt megnar arbeiði til frama fyri føroyskan fótbólt. Felagið hevur eisini sett sær høg mál. Felagið, spælarar, foreldur o.o. gera eitt megnar arbeiði, og við okkara fíggjarliga íkasti afturat, kann hetta tilsamans gera, at KÍ røkkur settum málum. Hetta eru vit fegin um, at kunna vera við til. Vit ynskja KÍ alt tað besta við víðari menningini av felagnum.”
Sáttmálin millum Tryggingarfelagið Føroyar og KÍ er galdandi fyri 2011.






