Á ársaðalfundinum í kvøld varð nýggj nevnd vald og hon hevur longu skipað seg

Ársaðalfundur hjá Sp/f KÍ var hildin í Atlantis í kvøld og uppmøtingin var góð. Val av nevnd var eitt av evnunum á dagsskrá og talan gjørdist um tveir nýggjar nevndarlimir.

Hákun Dam og Karl Marius Poulsen vórðu valdir í nevndina ímeðan Tummas Lervig varð afturvaldur. Fríðin Ziskason og Eyðstein Elttør tóku ikki við afturvali. Nevndin hevur skipað seg við Hákun Dam sum formanni og Karl Marius Poulsen og Tummas Lervig sum nevndarlimum. Nevndin ynskti at halda fram við Jóhann Lutzen sum stjóra.

Nevndin er longu farin í arbeiðsklæðini og hevur fund hóskvøldi á KÍ-loftinum.