Leikararnir eru hart spentir í hesum døgum nú Aleksandar vísur teimum at aftná látur kemur grátur

 

Venjingin byrjaði mánadagin og leikararnir hava fingið oyruni í maskinuna beinavegin. Í løtuni verður arbeitt við grundforminum har langir rennitúrar eru á skránni. Kavin ger tað eisini trupult at venja á vøllinum. Til ber tó at venja í KÍ høllini og eisini í Yndi har styrkivenjing er uppløgd. Leikararnir nýta eisini Svimjihøllina í venjingini, so ikki kann sigast annað enn at umstøðurnar eru framúr at koma í topp-form.

Tað frættist úr KÍ leguni at eini 25-30 mans eru til venjing í hesum døgum. Nýggi serbiski leikarin Nenad Stankovic kemur til landið 1. februar, men venur longu við fullari ferð í Serbia. Samstundis er greitt at toppskorarin í fjør Steffan Kalsø ikki verður við í ár. Hann fer til Danmarkar í lestrarørindum. Tað verður saknur í honum.