28 Desember 2010
Vit vóru ein túr framvið har KÍ selur fýrverk og nógv kent fólk varð at síggja

KÍ selur fýrverk á Stoksoyravegi 3, beint uppiyvir har Berglon er. Sølutíðirnar eru frá kl 12 til 20 allar dagarnar til og við nýggjársaftan.
Tummas Lervig, formaður hevði saman við fleiri øðrum kendum KÍ fólkum leitað sær framvið. Nýggi KÍ leikarin Hjalgrím Elttør og stjórin í Sp/f KÍ, Jóhann Lutzen seldu hesa løtuna. Eisini hevði KÍ legendan Steinbjørn Jacobsen nøkur væl vald orð til ungu mennirnar handan søludiskin. Vit fingu eina mynd av teimum uttanfyri.
Bæði leiðsla og leikarar fara at selja komandi dagarnar, so óivað fæst eitt gott kí-prát nú eitt spennandi kappingarár stendur fyri framman í Vodafonedeildini






