Nú ber aftur til at ognað sær eitt árskort til allar heimadystirnar hjá KÍ í Vodafonedeildini

Vodafonefótbóltur verður aftur í Klaksvík komandi ár. Trúgvu áskoðararnir hjá KÍ kunnu í hesum sambandi nú keypa eitt árskort til allar heimadystirnar í Vodafone-deildini. Steypakappingin er ikki umfata av hesi avsláttarskipan.

Hetta er samstundis eitt gott gávuhugskot til jóla. Undanfarin ár hava eisini fyritøkur keypt árskort til síni starvsfólk.

Kostnaðurin er 650 kr. og harvið kann ein spara nakrar krónur.

Árskortini fáast við at venda sær til Jóhann Lützen á tlf 232486