Eftir eitt ár í útlegd vendir Kristoffur Jakobsen aftur til Klaksvíkar at leika fótbólt

 

Kristoffur leikti sín fyrsta dyst í bestu deildini í 2005 og síðani hevur hann leikt 144 dystir og skora 14 mál. Kristoffur hevur verið sera eyðsýndur á U-21 landsliðnum, sum hevur fingið frálík úrslit. 

Kristoffur er júst vorðin 22 ára gamal og er enn ein leikari í stórari menning, sum Aleksandar Djordjevic nú fær gleðina av at arbeiða við. Kristoffur vil óivað verður brúktur í tí offensiva partinum. 

Tað frættist samstundis frá KÍ leiðsluni at nú verður jólafriður. "Umframt at hava skriva undir við egnar leikarar hava vit higartil knýtt tríggjar nýggjar leikarar at hópinum. Vit eru nøgdir við gongdina og helst verður ikki meir at hoyra frá okkum í eina tíð nú" sigur stjórin í Sp/f KÍ Jóhann Lützen.