25 November 2010
Landsliðsleikarin á Gørðum verður aftur at síggja í blá hvíta búnanum komandi kappingarár

KÍ hevur skrivað undir sáttmála við Hjalgrím Elttør fyri kappingarárið 2011. Hjalgrím er 27 ára gamal og hevur drúgvar royndir í Vodafone-deildini.
Sambært faroesoccer.com hevur Hjalgrím leikt 228 dystir og skorað 72 mál í Vodafone-deildini. Síðst Hjalgrím spældi við KÍ leikti hann 12 dystir og skoraði 7 mál. Álopsparturin hjá KÍ verður munandi styrktur við nýggja leikarinum og spennandi verður at fylgja Hjalgrím í 2011.
Sum liður í fyrireikingunum til komandi kappingarár hava KÍ leikararnir vant við fysiska partinum í eina tíð og Hjalgrím glíður inn í hendan týdningarmikla partin beinavegin.






