22 November 2010
So greið eru boðini frá umboðsmanni fyri ISA Sport Nordic, nú FSF hevur biðið hann eftirkannað vøllin í Klaksvík

Tann 11. oktober kannaði Morten Gabrielsen, sum er dagligur leiðari av ISA Sport Nordic, vøllin í Klaksvík. Og niðurstøðan er ikki til at fara skeiv av.
Graslíkisvøllurin má skiftast um talan skal verða um nøktandi spælieginleikar. Hetta kemur fyrst og fremst av at grasið er fullkomiliga niðurslitið. Harumframt er ov lítið av gummi í vøllinum og tað sum er, smittar sera illa av sær. Sandurin undir gummi'num er haraftrat kroystur so nógv saman, at hann mest av øllum minnur um eitt betonglag. At leikararnir tó ikki verða so nógv nervaðir av sandinum kemst at av ein gummimátta er undir sjálvum vøllinum.
Klaksvíkar Býráð, sum eigur vøllin, hevur fingið kanningina senda frá FSF.






