KÍ høllin verður karmur um innandura firmakapping í fótbólti leygardagin 20. november

Active Image

KÍ skipar aftur í ár fyri innandura fótbóltskapping har virkir, stovnar og feløg bresta saman í leiki. Leiðslur í fyritøkum kunnu við hesum skipa fyri einum stuttligum og øðrvísi degi fyri síni starvsfólk - leiðslunar eru tó meir enn vælkomnar at leika við sjálvi :)

Í fjør vann Tryggingarfelagið Føroyar firmakappingina og tað frættist at teir ætla sær ikki at lata steypið av hondum!

Tað er upp til liðini sjálvi hvussu tey skipa seg. Hvørt liðið skal helst hava 5 leikarar har 4 eru á vøllinum í senn. Viðurkendur dómari heldur skil á inni á vøllinum. Tey starvsfólk, ið ikki hætta sær á vøllin kunnu stuðla sínum liðum frá síðulinjuni við herrópum. Annars eru vanligir reglar galdandi, sum vit kenna teir í Klaksvík.

Kappingin byrjar kl. 10.00 leygarmorgunin og heldur fram til liðugt er.

Kostnaðurin fyri at luttaka er 2.000 kr. pr/lið. Verða tvey lið tilmeldaði er kostnaðurin 1.000 kr. fyri næsta liðið osv.

Til ber at gjalda kontant leygarmorgunin. Peningur kann eisini flytast á konto í Norðoya Sparikassa: 9865 103.807.3

 

Á myndini síggjast vinnararnir 2009 - Tryggingarfelagið Føroyar

 

Tilmelding hjá:

Jóhann Lützen, tlf. 232486 ella á t-post:  Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.

 

Les annars her hvussu firmakappingin gekk í fjør