03 November 2010
Serbiski miðvallarin skal leika í blá-hvíta búnanum komandi kappingarár
KÍ hevur í dag gjørt sáttmála við Nenad Stankovic fyri komandi kappingarár. Nenad er væl kendur í Føroyum her hann hevur umboða fleiri lið. Í 2007 varð hann valdur til ársins leikara í Føroyum.
Nenad er ein sera góður miðvallarleikari. Hann fyllur nógv á vøllinum og vil gjarna hava bóltin, er sera tryggur við bóltinum og hevur sera góðan bóltførleika. Nenad er 33 ára gamal so hann vil geva unga KÍ liðnum rutinu at standa seg í Vodafone deildini 2011.
Heimasíðan ynskir Nenad hjartaliga vælkomnan í KÍ






